Hvørji domenir kann 2.FO skráseta? Øll!
Domains - Øll økisnøvn
2.FO kann skráseta øll domeni eftirnøvn. Punktum.
Summi domeni eftirnøvn hava krav um hvør kann skráseta, og um tú kann dokumentera at tú uppfyllir teirra krøv, kann 2.FO skráseta fyri teg!
Her er ein príslisti fyri tey domeni-eftirnøvn, sum eru mest brúkt í norðanlondum:
.FO hevur serlig krøv og aðrar prísir, so nærri frágreiðing er niðast um .fo eftirnøvn.
| .eftirnavn | 1. ár | 2 ár | Serlig krøv | Endurnýggjan | |
| .FO (A) |
499 kr. |
- |
fyritøkur* |
549 kr. |
|
| .FO (B) |
999 kr. |
- |
fá krøv** |
549 kr. |
|
| .com | 90 kr. | 180 kr. | onki krav | 90 kr. | |
| .co | 219 kr. | 434 kr. | onki krav | 219 kr. | |
| .net | 90 kr. | 180 kr. | onki krav | 90 kr. | |
| .org | 90 kr. | 180 kr. | krav*1 | 90 kr. | |
| .info | 90 kr. | 180 kr. | onki krav | 90 kr. | |
| .biz | 90 kr. | 180 kr. | onki krav | 90 kr. | |
| .dk | 120 kr. | 80 kr.*2 | onki krav | 80 kr.** | |
| .pro | 449 kr. | - | krav*3 | ||
| .no.com | 549 kr. | 1098 kr. | onki krav | 549 kr. | |
| .se | 149 kr. | ? | |||
| .is | 489 kr. | ? | |||
| .gl | 489 kr. | ? | |||
| .nu | 449 kr. | ? | |||
| .ws | 199 kr. | onki krav | |||
| .eu | 149 kr. | krav*4 | |||
| .de | 180 kr. | krav*5 | |||
| .co.uk | 149 kr. | krav*6 | TR | ||
| .it | 299 kr. | TR |
*.FO A-umsóknir er mest fyri fyritøkur, sum kunna krevja rættindi til eitt domeni navn.
- A-umsókn (tikið frá FO-umsitingini)
Sum skjalprógv fyri, at umsøkjari hevur rætt til eitt økisnavn við A-umsókn, verður í
útgangsstøðinum úrskrift frá teimum í a)-c) nevndu almennum skráum góðkend.
a) Vørumerki hjá umsøkjara sambært altjóða góðkendum vørumerkjaskráum so sum
Patent- og Varemærkestyrelsen, og t.d. The Trade Marks and Designs, Registration
Office of the European Union (OHIM) ella World Intellectual Property Organization
(WIPO).
b) Navn hjá umsøkjara sambært Felagsskrásetingini. (Skráseting Føroya),
Felagsskránni (Innlendismálaráðið) ella Skipaskrásetingini (Skipaeftirlitið).
c) Persónsnavn hjá umsøkjara sambært Landsfólkayvirlitinum, soleiðis at bæði
fornavn/fornøvn og eftirnavn eru skrivað út, ella soleiðis, at antin fornavn ella
eftirnavn eru stuttstavað. Umsøkjari kann eisini skráseta føðingardagin hjá sær bæði
við talstavum, bókstavum ella blandað.
Stk. 2. Almennir stovnar og myndugleikar og alment virkandi felagsskapir í Føroyum
(trúarsamfeløg, fakfeløg, ítróttarfeløg, áhugafeløg v.m.) kunnu eisini við øðrum
hóskandi skjalprógvi nýta egin nøvn.
Stk. 3. Umsøkjari, sum hevur skjalprógvað eitt navn sambært stk.1 a)-b) og stk. 2,
kann – umframt fult navn – fáa tillutað nýtslurætt til navnið í stuttstavaðum sniði.
Stk. 4. FO-umsitingin skilar sær rætt til at krevja onnur skjalprógv fyri, at treytirnar
fyri skráseting eru uppfyltar.
**.FO B-umsóknir er fyri øll.
- B-umsókn (tikið frá FO-umsitingini)
Til umsóknir um økisnøvn við B-umsókn, krevst ikki skjalprógv. B-umsóknir verða
settar á bíðilista á heimasíðuni www.nic.fo í 30 daga bíðitíð frá tí degi, at økisnavnið
er umbiðið.
Stk. 2. Bíðilistin við B-umsóknum verður í bíðitíðini lýstur á heimasíðuni www.nic.fo
og kunngjørdur í føroyskum miðlum.
Stk. 3. Í bíðitíðini kann annar umsøkjari senda inn umsókn um eitt økisnavn á
bíðilista, um hesin umsøkjarin kann vísa til skrá sambært § 4, har navnið varð skrásett,
áðrenn økisnavnið varð umbiðið.
Stk. 4. Persónar kunnu fáa skrásett einans fornavn/fornøvn sítt/síni ella einans
eftirnavn sítt eftir B-umsókn.
Stk. 5. Hevur eingin annar sent umsókn inn um eitt økisnavn á bíðilista í bíðitíðini
sambært stk. 3-4, fær umsøkjarin nýtslurætt til økisnavnið.
Stk. 6. Umsøkjari kann fyri eykagjald (sí talvu í § 13) fáa fyribils loyvi í bíðitíðini at
nýta eitt økisnavn á bíðilista. Hevur eingin annar sent umsókn inn um økisnavnið á
bíðilista sambært stk. 3, sum fyribils loyvi er givið til, fær fyrsti umsøkjarin nýtslurætt
til økisnavnið.
